Sosialráðgevar í Føroyum vóru upprunaliga skipaðir í Dansk Sosialrådgiverforening (DS). Tann 9. juni 1976 høvdu føroyskir sosialráðgevar, eftir amráðingar við DS, stovnandi aðalfund. Tá vóru 6 føroyskir limir í DS.  


Grundgeving fyri at taka seg úr Dansk Sosialrådgiverforening var: "Færøernes geografiske beliggenhed samt statsretlige forhold gør, at foreningens medlemmer ansatte på Færøerne, ikki automatiskt følger de aftaler, foreningen måtte gøre med stat, amter og kommuner."  
 


Á stovnandi aðalfundinum hjá Sosialráðgevarafelagnum vóru hesi vald í nevndina:

  • Marjun Sigurðsdóttir, forkvinna

  • Turid Dahl, næstforkvinna og skrivari

  • Tommy Petersen, kassameistari
  • 
Emmly Mikkelsen 1. tiltakslimur

  • Solveig Bærentsen 2. tiltakslimur.
 


7. oktober 1976 góðkendi DS Sosialráðgevarafelagið sum eina "kredsforening".
 


Tann 1. januar 1977 vóru 7 limir í Sosialráðgevarafelag Føroya og vaks talið til 8 tann 1. juli 1977.
 


Sum dømi um hvat felagið fekst við tey fyrstu árini kann nevnast, at nevndin arbeiddi fyri at fáa hálvtíðarstørv hjá Tórshavnar Kommunu og Landssjúkrahúsinum víðkað til 2 heiltíðarstørv. Eisini varð í 1982 arbeitt fyri at fáa eitt fulltíðarstarv til Føroysku Ráðgevingina í Keypmannahavn.
 


Sambært skjølum hjá felagnum hevur Sosialráðgevarafelagið í 1982 kunngjørt DS at, tey hava stovna sítt egna felag og hava kunngjørt, at allir táverandi limir hava tikið seg úr DS.
 


Sosialráðgevarafelagið grundgav útmeldingina úr DS við, at danska felagið ikki hevði samráðingarrættin við føroysku myndugleikarnar.
 


Aðalstjórnin hjá DS mælti til, at danska felagið skuldi styðja Sosialráðgevarafelagnum í sínum arbeiði.
 
Sosialráðgevarafelag Føroya hevur síðani havt eitt sera gott samstarv við DS.

Sosialráðgevarafelagið er skipað sum áhugafelag undir Starvsmannafelagnum, sum hevur samráðingarrættin og ger sáttmála fyri føroysku sosialráðgevararnar.