Limafundur

Góðu sosialráðgevar

Limafundurin verður mikudagin 3. Mai 2023, kl. 19.00 í hølunum hjá Starvsfelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn

Á skránni verður:

  • ­Kunning frá nevndini um arbeiðsgongdina higartil.
  • Hugkveikjandi upplegg við Leif Olsen og fakligt kjak.
  • Nevndin bjóðar smyrjibreyð og okkurt at drekka.

Tey sum ynskja at vera við, verða biðin um at boða frá luttøku í seinasta lagi 24. Apríl 2023

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Nýggir limur kunnu tekna seg á: http/www: sosialradgevarafelag.com/limir ella senda ein teldupost til: srfelag@gmail.com

Limagjaldið á kr. 100,- um mánaðin skal flytast á konto: 9181 120.245.8

Sosialráðgevarar ov nógv mál 

Viðmerking: 

Í sambandi við átalu og tilmælir frá løgtingsins umboðsmanni um freistir fyri eftirlitsvitjanir og barnasamrøður, vil Sosialráðgevarafelagið vísa kommunum á, at málstalið hjá sosialráðgevunum í ov stóran mun er ov høgt. 

Løgtingsins umboðsmaður kom í síðstu viku við átalu til barnaverndartænastunar viðvíkjandi samrøðum við barnið, sambært § 16 í lóg um barnavernd. Umframt hevur løgtingsins umboðsmaður eina røð av tilmælum til barnaverndartænasturnar viðvíkjandi eftirlitsvitjanum. 

Sosialráðgevararnir ynskja ikki at kasta ábyrgd frá sær, men vilja staðiliga vísa á ta stóru arbeiðsbyrðu og nøgd av málum, sum fleiri av sosialráðgevunum sita við. Hetta er sera álvarsligt, og tað mugu kommunurnar taka ábyrgd fyri og gera nakað við. 

Sambært vegleiðingini hjá danska sosialráðgevarafelagnum, eiga sosialráðgevar í barnaverndartænastunum ikki at hava fleiri enn 20 – 30 mál, alt eftir tyngdini av málunum. Í nógvum førum er hetta talið væl hægri í Føroyum. Talan er um trupul mál, við ella uttan samtykki, ið eru serstakliga arbeiðskrevjandi, og har stór krøv verða sett til førleika og tíð til at samstarva við onnur, bæði foreldur, stovnar og myndugleikar. 

Sambært barnarættindarsáttmálanum hava børn rætt til at vera hoyrd viðvíkjandi øllum viðurskiftum í samband við, at tey eru sett heiman. Hetta er nakað sum allir sosialráðgevarar meta sera týdningarmikið og fakliga standa inni fyri.

Fyri at tað kann lata seg gera er sjálvsagt neyðugt at normeringin er til tað, og í síðsta enda eru tað kommunurnar, sum hava ábyrgd fyri, at umstøðurnar hjá barnaverndartænastunum eru so mikið góðar, at sosialráðgevararnir kunnu gera sítt arbeiði til lítar, og harvið kunnu yvirhalda barnaverndarlógina.

Sosialráðgevara Føroya

Alheims sosialráðgevaradagur 2023

Góðu Sosialráðgevar

Hjartaliga tillukku við sosialráðgevaradegnum.
Í dag er týsdagur 21. mars 2023, sum er “World Social Work Day” – alheims sosialráðgevaradagur.
Ein dagur, har vit heiðra sosialráðgevum í allari verðini.
Í tí sambandi vil Sosialráðgevararafelagið senda eina heilsan til allar sosialráðgevar í Føroyum fyri at rósa tykkum fyri tað sera týdningarmikla arbeiðið, ið tit gera í dagsins samfelag.
Sosialráðgevarar síggjast og hoyrast ikki so nógv í almenna samfelagskjakinum.
Tað verður sjáldan flagga við hvussu stóran týdning sosialráðgevar hava á øllum økjum í okkara samfelag, serliga soleiðis, at tey, sum eru ringast fyri, kunnu kenna seg trygg í hesum sera ótryggum tíðum, sum vit liva í fyri tíðina.
Ein sosialráðgevi er forkempari fyri sosialum rættvísi og brúkar sín kunnleika til at gera lívsumstøðurnar betri hjá fólki.
Sosialt arbeiðið er trygdarnetið í samfelagnum og sosialráðgevin tryggjar at netið fangar tey, sum hava tørv á hjálp.
Hesin serligi førleikin ger sosialráðgevan til eitt ómissandi tilfeingi fyri samfelagið.
Stóra takk fyri tað megnar arbeiðið tit gera innan Almannaverkið, Sjúkrahúsverkið, Barnaverndarøkið, Skúlaverkið, Kriminalforsorgina og innan privat feløg og áhugafeløg.
Felagsins vón er, at okkara politikarar fáa eyguni upp fyri, at tað eru sosialráðgevar, sum hava fingurin á pulsinum og tættastu relationina, tá ið tað snýr seg um at hjálpa okkara veikastu og tey, sum eru illa fyri sosialt í samfelagnum.
Stóra takk fyri tað megnar arbeiðið, sum tit sosialráðgevar gera í gerandisdegnum.

Nevndin

Borgný Mohr, forkvinna og Hallbjørg Lamhauge, næstforkvinna á veg til NSSK-fund í Oslo