Heildarsýnið er eitt yvirskipað amboð, sum sosialráðgevar brúka í sínum arbeiði, har fyrilit verða tikin fyri bæði individuellum viðurskiftum, menniskjaligum sambondum og samfelagsviðurskiftum sum heild og teirri ávirkan hettar kann hava á lívsgongdina hjá tí einstaka.

Í sosiala arbeiðinum verður sostatt strembað eftir at síggja borgaran í eini størri heild, sum part av umhvørvinum og kringumstøðunum, hann livur í og er partur av. Tann breiða og tvørfakliga heildarmetingin gevur eina meira kvalifiseraða mynd av teimum sosialu avbjóðingunum hjá borgaranum, enn tann spesialiseraða vitanin gevur.

"Menniskja í miðjuni" merkir, at vit eru fødd ymisk, við ymiskum møguleikum og forðingum, og at vit gjøgnum lívið mennast av okkara umstøðum og royndum og gerast meira ella minni sterk, mótstøðufør o.s.fr.

Familjan og okkara næstu hava ávirkan á okkara sálarheilsu, sosialisering og persónleika.

Teir bólkar, vit eru partar av eru eisini við til at menna okkum. Bólkaávirkan fáa vit áhaldandi gjøgnum alt lívið.

Stovnar hava ávirkan, tí sum menniskju eru vit stóran part av lívinum á stovnum, so sum barnagarði, skúla og arbeiðsplássi.

Samfelagsviðurskifti hava týdning fyri okkara persónligu menningarmøguleikar og avmarkingar.